Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Læknavaktin er nú styrkt við psykiatriskum førleikum

Fólk við psykiatriskum førleikum starvast nú í kvøldvaktunum allar dagar frá klokkan 16 til 23

– Eg eri fegin um, at skipanin við styrktari tænastu í læknavaktini er farin at virka. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá sjúklingum og sjúklingafeløgum, og við hesi broytingini skuldu vit verið nærri málinum at tryggja, at fólk kenna, at tey fáa somu tænastu uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú læknavaktin er víðkað, so hon eisini kann veita fólki hjálp, ið gerast álvarsliga illa fyri sálarliga, men sum nú kunnu fáa møguleika at tosa við ella hitta fólk, sum serliga taka sær av slíkum trupulleikum.

Tað er Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, sum í samstarvi við Læknavaktina veitir hesa tænastuna. Settir eru sjúkrarøktarfrøðingar við psykiatriskum førleikum at hava telefonviðtalur ella persónliga viðtalur eftir áheitan frá lækna í læknavaktini.

Fakfólk og felagsskapir hava í eina tíð víst á, at neyðugt er við einari skipan, sum tryggjar aðra hjálp, tá fólk brádliga gerast sálarliga illa fyri.

Læknavaktin 1870 svarar eftir klokkan 16 gerandisdagar – umframt alt samdøgrið í vikuskiftum og halgidøgum, tá fólk ikki kunnu ringja til sín egna kommunulækna.

Fólk við psykiatriskum førleikum starvast nú í kvøldvaktunum allar dagar, og tað er frá klokkan 16 til 23.

– At læknavaktin er styrkt við psykiatriskum førleikum, er eisini ein liður í at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur. Øll, ið stríðast við brádliga sjúku, kunnu ringja á sama telefonnummar, 1870, tá læknavaktin hevur opið, skrivar Heilsumálaráðið.

Meira fæst at vita um læknavaktina her – Læknavaktin 1870.