Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar hava nú sína egnu kjarnorkutilbúgving

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir, men við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.

Løgmálaráðið skrivar, at Føroyar hava ment sína egnu tíðarhóskandi kjarnorkutilbúgving, soleiðis at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum.

– Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð. Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur – sokallaðar “probur” – og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina.