Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brotssparkshetjan hjá AB: Eg havi vant brotsspørk seinastu dagarnar

Hoyr Trygva Absalonsen siga frá málunum, ið komu í longdu leiktíðini í dystinum B71-AB 1-1 (0-0 – 0-0), og hoyr hann siga frá avgerandi brotsspørkunum, har málverjin hjá AB, Rói Zachariassen fyrst bjargar seinasta brotssparkinum hjá B71, og setti tað seinasta brotssparkið í netið, so AB vann dystin 6-5 (7-6). Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Róa og høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen. Rói greiðir frá, at hann hevur vant brotsspørk seinastu dagarnar, og tað kom væl við í kvøld.

Mynd: Trygvi Absalonsen