Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli: Eg skal á landsliðið aftur

Mál og samrøður í Vági, eftir at TB vann 2-0 móti FC Suðuroy í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið

Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson siga frá báðum málum TB skoraði í 2-0 sigrinum á FC Suðuroy vesturi á Eiðinum í Vági í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Hoyr samrøðurnar Sigurjón gjørdi við Salmund Bech hjá FC Suðuroy, ið var vónbrotin um tapið á heimavølli, og samrøðuna við seinna málskjúttan hjá TB, Mikal Tummasarson sum fegnast um sigursmálið, og eina longri samrøðu við Gilla Rólantsson, ið slær fast, at hann skal aftur á landsliðið.

Myndir: Sigurjón Einarsson

Salmundur Bech, FC Suðuroy (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Mikal Tummasarson skoraði sítt fyrsta almenna mál í dag, tá hann lobbaði bóltin uppum FC Suðuroy-málverjan (Mynd: Sigurjón Einarsson)