Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti toppskjúttin í donskum fótbólti var ein skoti

Liðfelagin á vinstra bakki var føroyingur.

Kjøbenhavns Boldklub varð stovnað 26. apríl 1876, men í byrjanini hevði fótbóltsspælið lága raðfesting hjá KB. Felagið var kortini eitt undangongufelag og gekk undan at endurskoða lógarverkið veturin 1886-87, har postavgreiðslumaðurin Ludwig Sylow saman við nøkrum nevndarlimum í KB umsetti ensku lógirnar hjá Association Football, har fyrrverandi formaðurin í Strathmore Football Club, James Young Smart, legði teimum lag á.

James Young Smart var føddur 18. mars 1862 í Dundee í Skotlandi. Hann var við til at stovna Strathmore Football Club tíðliga í 1876. Bara 16 ára gamalur varð Smart valdur til skrivara og kassameistara í felagnum. Hann spældi regluliga við liðnum og gjørdist formaður í 1882. Tað var hann fram til februar 1885, tá hann flutti til Keypmannahavnar.

Felagið skipaði eisini fyri “Medaille Fodbold-Konkurrencen i 1888”. Talan var um fyrstu donsku kappingina, har 15 lið luttóku eftir leistinum, sum vit kenna frá FA Cup. Byrjað varð við áttandapartsfinalum, har eitt lið sat yvir. KB var at rokna sum allarbesta liðið í Danmark tá og vann 11-0 á BK Apollo.

Síðani stóðu Fredericia Studenternes BK (seinni Akademisk Boldklub ella AB) fyri skotum, har KB vann 9-0, meðan 17 ára gamli Christian prinsur (seinni Christian X kongur av Danmark) og 15 ára gamli Carl prinsur (seinni Haakon VII kongur av Noregi) hugdu at. Nógvir áskoðarar vóru til dystin til, sum varð spældur úti á Fælleden fríggjadagin 13. apríl 1888. Dansk Sportstidende skrivaði soleiðis: “at Kampen blev den smukkeste, der hidtil har været spillet i København. Blandt K. B.erne udmærkede særlig Mr. Smart sig ved sit elegante og fint beregnende Spil, der flere gange fremkaldte lydeligt Bifaldsudbrud fra Tilskuerne, men ogsaa flere andre K. B.ere viste megen Færdighed og Behændighed baade i Brugen af deres Legeme i det hele og i Behandling af Bolden, som gennemgaaende blev spillet med en Beregning og et Sammenspil, som endnu saa meget savnes hos vore andre Klubber, der altfor meget lægger Vægt paa blot at faa Bolden bort, ikke tilstrækkeligt paa, hvor den kommer hen.”

Í hálvfinaluni vann KB 6-0 á Melchiorianer BK og í finaluni vann KB heili 14-0 á BK Haabet. KB skoraði sostatt 40 mál, meðan mótstøðuliðini hinvegin ikki megnaðu at skora ímóti KB.

Les eisini...  AB og FCK gerast samstarvsfeløg

Árið eftir varð Dansk Boldspil-Union stovnað tann 18. mai og longu í oktober varð avgjørt, at sambandið skuldi standa fyri fyrstu kappingini, har øll liðini skuldu kappast ímóti øllum; tó bert eina ferð ímóti hvør øðrum. 7 lið meldaðu seg til og tað varð viðtikið, at hvør leikari bert kundi umboða eitt felag í kappingini. Kappast varð frá 17. november – 15. desember 1889 og frá 12. januar til 30. mars 1890.

Akademisk Boldklub átti 2 góð lið og liðini kappaðust tvær ferðir um vikuna, har tað ofta hendi, at 2. Liðið vann, meðan KB tann 16. mars 1890 hevði tapt 2-0 í venjingardysti fyri Boldklubben Frem við føroyska Fótbóltsprestinum, Carl Johansen, á liðnum.

Tað vóru ring líkindi at spæla á Fælleden tann 30. mars, men liðini komu til sættis um, at fyrst spæla 2 finaludystir. Høvdu liðini tá vunnið hvør sín dyst, so skuldi ein avgerandi dystur til at finna vinnaran.

James Smart spældi vinstri innari vongur, meðan føroyingurin Poul Effersøe spældi á vinstra bakki. AB lá kortini omaná og vann 2-1. Seinna dystin vann KB 3-0 tann 3. apríl og so skuldi finalan spælast 27. apríl á Nørre Fælled. Endin varð, at AB vann 2-1, men málið hjá KB skoraði James Smart. Hann endaði sostatt sum toppskjútti við 12 málum.

Soleiðis verður James Young Smart lýstur í frálíka verkinum hjá Johannes Gandil um Dansk Fodbold í 1939: “I Englænderen J. Smart havde “K. B.” En udmærket Spiller paa saa at sige alle Pladser. Han havde spillet Fodbold i sit Hjemland fra lille Dreng og var i Besiddelse af en eminent Boldbehandling. Smart var Publikums og naturligvis særlig Drengenes Favorit. Han var uhyre jovial og legede med os Knægte samtidig med, at han lærte os en Mængde Boldbehandling og Tricks, naar vi flokkedes om ham.”

Ein av teimum dreingjunum, sum lærdu nógv frá James Smart, var August “Smart” Lindgren, sum seinni gjørdist danskur landsliðsleikari. Eyknevnið “Smart” fylgdi Lindgren alt lívið.

Les eisini...  Leyvurnar leggja seg á odda í donsku Superliga

Poul Effersøe vann í 1890-91 danska meistaraheitið, sum tá var at rokna sum stríðið um Keypmannahavn, tí bert lið haðani luttóku, við Kjøbenhavns Boldklub, meðan James Smart var eykaleikari, har hann eisini viðhvørt var málmaður. Árið eftir var Poul við til at stovna Tveraa Boldklub, sum í meira enn eitt tíggjuáraskeið var einsamalla fótbóltsfelagið í Føroyum.

Í apríl 1892 flutti James Young Smart til New York, áðrenn hann í 1896 allarhelst flutti heimaftur til Dundee, tá pápin doyði, fyri at føra fyritøkuna víðari og hann andaðist 8. mai 1921 á Duke Street Hospital í Glasgow.