Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vann meistaraheitið við mál-lutfalli á 0,042

Seinastu 60 árini hava bert 5 lið vunnið skotska meistaraheitið.

Ymisk átøk eru framd fyri at gera fótbóltsspælið meira freistandi. Tað skal loysa seg at vinna fótbóltsdystir og tískil gevur ein sigur 3 stig, meðan ein javnleikur bert gevur 1 stig. Standa lið á jøvnum er málmunurin avgerandi, tvs. mál, sum liðið hevur skorað, verða minussaði við innlatin mál, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, tí frammanundan var mál-lutfallið avgerandi, tvs. skorað mál býtt við innlatin mál.

Seinastu 60 árini eru tað bert Rangers Football Club, The Celtic Football Club, Dundee United Football Club og Aberdeen Football Club, sum saman við Kilmarnock Football Club, hava vunnið skotska meistaraheitið.

24. apríl 1965 møttust Hearts og Kilmarnock í síðsta og avgerandi dystinum um skotska meistaraheitið. Undan dystinum lá Hearts á odda við tveimum stigum, har ein sigur gav 2 stig. Hearts hevði heimadystl á Tynecastle Park og Kilmarnock skuldi á útivølli vinna 2-0 fyri at tryggja sær meistaraheitið. Hearts kundi loyva sær at tapa 1-0 ella 2-1, men tað eydnaðist Kilmarnock at vinna 2-0 við málum frá Davie Sneddon og Brien McIlroy. Mál-lutfallið (skorað mál býtt við innlatin mál) gjørdist 1,878, meðan Hearts hevði 1,836, so 0,024 tryggjaði Kilmarnock meistaraheitið. Hevði málmunurin verið avgerandi, hevði Hearts vunnið meistaraheitið.

Undir leiðslu av Willie Waddell gjørdist Kilmarnock skotskur meistari fyri fyrstu ferð nakrantíð og higartil einastu ferð. Tað var samstundis higartil fyrstu og seinastu ferð, at bæði Rangers og Celtic endaðu uttan fyri fýra tey bestu.