Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Martin: Gott at fáa tað fyrsta stigið – men vit kundu saktans fingið trý

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá B36 og ÍF, Dan Brimsvík og Jákup Martin Joensen um dystin B36-ÍF 3-3 (2-3). Dan er sera vónbrotin um tvey mist stig, og staðfestir, at tað var eitt vánaligt avrik B36 legði fyri dagin. Jákup Martin fegnast um, at ÍF er komið á stigatalvuna og avrikið hjá sínum leikarum, men ÍF var á odda 3-1, og tí iðrar hann seg um, at ÍF ikki fekk fult í Gundadali.