Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Terzic Adi og Jóhan Petur Poulsen seta orð á dystin NSÍ-Víkingur 0-1 (0-0)

Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson og viðmerkjaran, Christian Høgna Jacobsen siga frá sigursmálinum Poul Kallsberg skoraði móti NSÍ við Løkin. Hoyr Christian Høgna taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Sigurjón gjørdi við bosniska/svenska verjuleikaran hjá NSÍ, Terzic Adi og við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, sum í kvøld vann sín dyst nummar 20 á rað í Betrideildini. Hetta fær ikki Jóhan Petur upp at flákra, tí hann tekur ein dyst í senn. Terzic Adi trívist í Føroyum, og dámar væl Betrideildini, men veðrið kundi sjálvandi verið betri.

Myndir: Sigurjón Einarsson og Rúni á Reynatrøð.