Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viljormur: Vit høvdu tamarhald á dystinum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýruni siga frá teimum trimum málunum HB skoraði móti 07 Vestur á Dungasandi. Hoyr Jóhan taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Lucas Frederik Holst hjá 07 Vestur og Viljorm Davidsen hjá HB. Viljormur heldur HB hevði tamarhald á dystinum. Lucas heldur, at talan var um ein dyst millum tvey góð lið, men har 07 Vestur bleiv revsað fyri síni mistøk.

Myndir: Trygvi Absalonsen og 07 Vestur.