Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tonik verður fríggjadagin

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan Tonik verður í Siloini á Vestaru Bryggju í Havn fríggjadagin 3. mai

Endamálið við ráðstevnuni er at veita føroysku tøknivinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall. Harafturat er hetta eitt upplagt høvi at knýta sambond og vitanardeila við fólki úr øllum heiminum..

Tonik 2024 er fyri vinnuna og øll, ið eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. Kveikjandi aktivitetir innan tøkni og list verða á øllum fimm hæddum í óhátíðarligum og estetiskum umhvørvi í Siloini og Sjóvinnuhúsinum í Havn. 

25 fyrilestrarhaldarar úr bæði Føroyum og útlondum fara at leggja fram um nýggjastu rákini innan tøkni, nýskapan og íverksetan, og eisini ber til at vitja básar, luttaka í vekstovum og vitja íleggjarar, ið sita klárir til prát í uppihaldstovum á øllum fimm hæddunum í Siloini. 

FM1 fer at vera til staðar til ráðstevnuna, og vit fara eisini at hava eina sending á ráðstevnuni fríggjadagin.

Meira fæst at vita á heimasíðuni www.tonik.fo