Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Upptakt til Bátafestivalin á Toftum

FM1 fer at hava sending á Toftum í morgin, nú árligi Bátafestivalurin nærkast alsamt

Sum siðvenjan er, so er Bátafestivalurin á Toftum fyrsta vikuskiftið í mai, og í ár verður dagurin leygardagin 4. mai.

Í samband við, at Bátafestivalurin nærkast, so fer FM1 at hava eina sending – upptaktsending av Toftum í morgin frá klokkan 10-12, har prátað verður millum annað við borgarstjóran í Nes kommunu, Súna í Hjøllum, og við Kristian Poulsen, ið er millum tey, sum hava staðið fyri Bátafestivalinum á Toftum farnu árini.

Síðan 2005 hevur fyrsta vikuskiftið í mai verið startskotið fyri okkara bátafólk til hugnaliga samveru á Toftum.

– Vaksin og børn kunna nýta dagin, góðu búffarnar av grillini, kaffi og matsølu, hoppiborgir, tónleikin, mótasyning o.m.a., skriva fyriskipararnir.

Upptakssendingin byrjar klokkan 10 í morgin, mikudagin 1. mai, og vertur er Óli G. Samuelsen.