Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Glyvra skúli føroyameistari í skúlatalvi

Finaludagur í skúlatelving hevur verið í dag

Glyvra skúli er føroyameistari í skúlatelving fyri næmingar í 3. og 4. flokki.

Tað er greitt eftir finaludagin í FM í skúlatalvi, ið hevur verið í dag.

Eftir at hava vunnið innleiðandi umfarið greitt, sum var á Toftum mitt í mars, so varð finaluumfarið spælt í dag.

Fyrsti dysturin var móti skúlabørnum av Skála, og har vann Glyvri skúli 6-0, síðan varð telvað móti Skúlanum á Fløtum, og har vann Glyvra skúli 5-1. Størstu mótstøðuna fingu næmingarnir frá frítíðarskúlanum Spírin, har talvið endaði 3-3. Talvið móti børnunum úr Kelduni vunnu tey í Glyvra skúla 6-0.

Undan síðsta umfarinum var støðan, at næmingarnir í Glyvra skúla vóru á odda við tveimum stigum – í harðari kapping við Spíran og Hoyvík. Men við einum 4-2 sigri á Hoyvík, so var FM-heitið í skúlatalvi fyri børn í 3. og 4. flokki tryggjað, hóast í harðari kapping við Spíran, sum vann sítt síðsta talv 6-0, og endaðu eitt stig aftanfyri Glyvra skúla.

Endaliga støðan gjørdist tískil hendan:

Glyvrar 24 stig
Spírin 23 stig
Hoyvík 20 stig
Keldan 10 stig
Skála 8 stig
Skúlin á Fløtum 5 stig