Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Børn í Norðurlondum lesa minni og verri

Í grannalondum okkara verða lesivanakanningar javnan framdar. Á Altjóða lesidegnum, 23. apríl, varð nýggjasta lesivanakanningin í Noregi kunngjørd. Saman við PISA, PIRLS og øðrum kanningum, sum meta um lesiførleikan hjá børnum, staðfestir lesivanakanningin, at lesing og lesiførleikin hjá børnum í Norðurlondum er fyri stórari afturgongd, millum annað orsaka av øktari skíggjanýtslu

Nýggjasta lesivanakanningin í Noregi elvir til stúran fyri lesiførleikanum hjá børnum og ungum. Tí hóast tølini ikki tykjast so ógvislig, er heildarmyndin lítið at gleðast um. Tølini vísa, at børn lesa minni og minni, samstundis sum at úrslitini lesiførleikakanningum versna. 

Tað eru fleiri orsøkir til, at børnini lesa minni. Ein orsøk er skíggjanýtslan, ið trokar bókina av vegnum. Eitt annað er, at foreldur sambært kanningini siga seg lesa minni við børnunum enn áður.

Fyri seks árum síðani lósu níggju út av tíggju av teimum vaksnu fyri børnunum. Hetta talið er í nýggjastu kanningini fallið við átta prosentum. Og hetta er stórt spell.

– Tað vekir lesihugin, tá ið tað verður lisið fyri barninum á einum ungum aldri. Ikki minst styrkir tað um lesiførleikan, sum barnið kann hava gagn av seinni í lívinum, sigur forkvinnan í norska bókhandlarafelagnum, Trine Skei Grande.

Les eisini: Pápar: Lesið við børnunum

Tað er norska bókhandlarafelagið og forløgini, ið hava staðið fyri kanningini. Sambært kanningini lesa foreldur mest fyri børnum í aldrinum 3-5 ár í einum títtleika, sum svarar til 261 dagar um árið. Tá børnini gerast 6-8 ár, fellur títtleikin á lesingini niður á 185 dagar um árið, t.v.s. at tað bert verður lisið fyri børnum í hesum aldrinum í einum títtleika, sum svarar til helvtina av árinum.

Nógv foreldur skifta upplesturin út við ljóðbøkur, og ljóðbókin er eyðvitað eitt gott amboð at hava. Men tað er ikki tað sama sum at sita saman við barninum og lesa og at hava møguleikan at greiða barninum frá orðum, tað ikki kennir.

Les eisini...  Svensk rakett lendi í Norra

– Men tað týdningarmesta er sjálv lesingin, sum ávirkar heilan, mennir málið, styrkir hugflogið og í heila tikið hevur eina positiva ávirkan á minnið seinni í lívinum.

Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?

Sambært tølunum hjá norsku bókasøvnunum eru tað tey ungu millum 14-18 ár, sum lána minst, meðan tilkomnu kvinnurnar eru einasti bólkurin, sum fer ímóti streyminum og lesur meira enn áður. Og enn eina ferð staðfestir ein lesivanakanning, at dreingir lesa minst.

– Ein fjórðingur av øllum ungum dreingjum lesa als ikki bøkur. Tað er ein stór avbjóðing, sum ikki verður loyst yvir nátt, men tað er ymiskt, sum vit kunnu loysa skjótt og lætt. Vit kunnu eitt nú stuðla skúlabókasøvnunum í at gerast meir lokkandi við viðkomandi tilfari til yngru lesararnar, serliga til dreingirnar.

Les eisini: Gentur lesa meir enn dreingir – er tað so einfalt?

Hon vísir á, at støðan ikki er øðrvísi hjá grannunum í Svøríki, men at svenska stjórnin hevur valt at gera nakað við trupulleikan við at seta hundraðtals milliónir av til arbeiðið at tryggja øllum børnum viðkomandi bøkur í innskúlingini.

– Tað er umráðandi at stuðla lesingini, men til tað krevst, at børnini hava atgongd til góðar bøkur, sigur svenski ráðharrin í skúlamálum, Lotta Edholm.

Í Føroyum var ein umfatandi lesivanakanning framd í 2017/2018 av næmingum í 4., 6. og 9. flokki. Kanningin staðfesti, at føroysk ung lesa sera lítið og minni enn børn í grannalondum okkara. Okkum kunnugt er eingin lesivanakanning gjørd fyri dagstovnaøkið í Føroyum, sum kann sammetast við norðurlendsku kanningarnar. Tó kunnu vit rokna við, at rákini um okkara leiðir eru tey somu sum í grannalondum okkara. 

Les eisini...  Fólkaheilsustýrið: Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar

Kelda: Føroyar lesa