Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Erlendur Háfoss skal til EM í landalæru

Erlendur Háfoss hevur júst verið í Danmark til innleiðandi finalu í iGeo-OL og EM. Tað eydnaðist Erlendi at kvalifisera seg til EM í landalæru, sum verður í endanum av juni mánaði

Erlendur gjørdist akkurát ov stuttur at koma víðari til iGeo-OL í Írlandi, men sum nevnt rakk til eitt flott pláss til EM í Serbia.

Niðanfyri er ein samandráttur av finaluferðini hjá Erlendi, ið heimasíðan hjá Glasir hevur skrivað:

Vit møttu leygardagin á Helsingør Station, har vit síðani gingu yvir á Helsingør Vandrerhjem. Vit gistu og gjørdu ymiskar landafrøði royndir í fýra-fimm tímar tilsamans. Vit gjørdu tvær royndir leygardagin, og síðani fóru vit út at eta saman.

Sunnudagin gjørdu vit aftur tvær royndir. Aftaná royndirnar fingu vit tríggjar tímar at uppliva Helsingør, har vit m.a. ótu streetfood. Síðani vitjaðu vit Kronborg slottið og nøkur søvn í býnum. 

Um kvøldið fóru vit út at eta saman. 

Mánadagin fóru vit til DTU (Danmarks Tekniske Universitet) í Lyngby, har vit møttu við øllum hinum í science finaluliðum. Rokning (Georg Mohr), Lívfrøði, Evnafrøði, Alisfrøði og Datalogi. Á DTU vóru lærarar og foreldur til staðar, og tey sum skuldu til OL og EM vórðu kosin. 

Síðani hugnaðu vit okkum saman á eini matstovu á DTU og søgdu farvæl.

Eitt stórt upplivilsi, har tað sum heild varð lagdur stórur dentur á, at vit eisini fingu upplivingar, samanhald og lærdu ymiskt”.