Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dekanur: Vit hava nógvar longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum

Seinnu árini er talið av útbúgvingum, tú kanst taka í Føroyum, vaksið alsamt. Hoyr dekan á Glasir greiða frá um hægri og miðallangar útbúgvingarmøguleikar, sum kunnu takast í Føroyum

Hetta er tíðin, tá ungdómar skulu avgera, hvørt tey vilja fara á miðnám ella aðrar leiðir, og so eru tað eisini summi, sum verða liðug við sína gymnasiellu útbúgving í ár.

Tá tey verða spurd, svara nógv, at tey ætla sær niður til Danmarkar at lesa víðari. Fægstu geva sær kanska far um, at til ber at taka longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum.

Umframt á Fróðskaparsetrið Føroya, so er Glasir ein møguleiki hjá teimum ungu at nema sær lestur – eisini eftir miðnám.

Hoyr samrøðu við Finn Jensen, dekanur á Glasir, her: