Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðsloyvið hjá Emmanuel Duah komið upp á pláss

Tað tók sína tíð, men nú er arbeiðsloyvið hjá HB-spælaranum Emmanuel Duah, sum kom úr svenska felagnum Eskilstuna, endiliga komið upp á pláss

Tað var í februar, at HB skrivaði sáttmála við 21-ára gamla Emmanuel Agyeman Duah.

Men striltið hevur gingist við at fáa síðstu loyvini upp á pláss, men í dag skrivar heimasíðan hjá HB, at nú er tað síðsta avgreitt og góðkent, og hann er klárur at spæla.

– Emmanuel hevur arbeitt hart seinastu mánaðarnar, og er í toppformi. Enn manglar hann dystarvenjing, men hann er nú tøkur hjá okkum, og tað er møguligt, at hann fær ein leiklut í dystinum ímóti B36 sunnudagin, sigur HB-venjarin, Adolfo Sormani – ella Dodo, sum tey nevna hann í HB, við heimasíðuna hjá Havnar Bóltfelag.

Tað var sum sagt í februar at avtalan varð undirskrivað, og tá segði Sormani hetta um Emmanuel:

– Emmanuel er ungur og spennandi leikari, sum hevur møguleika at menna seg enn meira. Hann er sera kvikur og kann spæla á flestu framrættaðu plássunum. Hann er góður á bóltinum og sterkur mann ímóti manni. Her er talan um ein spælara, sum kemur við nøkrum serligum dygdum, sum eg vænti, vit fáa stórt gagn av.

– Umframt hansara eyðsýndu fótbóltevnir, hevur hann eisini tær menniskjaligu dygdirnar, ið hóska væl til, og sum vit vænta av øllum HB’arum. Hann vildi fegin til HB, og tað merkir, at hann er motiveraður og hevur rætta hugburðin. Hetta er ein spælari, sum vit hava hugt eftir í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um avtalan endiliga er komin uppá pláss.

Komandi dystur hjá HB er ímóti B36, sunnudagin 5. mai klokkan 17.