Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Schønning hevur altíð Føroyar í tonkunum

Hóast Schønning Eysturoy arbeiðir fyri eitt altjóða felag í London, so roynir hann at gera sítt til, at føroyskar fyritøkur fáa eitt altjóða netverk

Schønning Eysturoy arbeiðir fyri bretsku fyritøkuni Wazoku. Schønning hevur millum annað staðið á odda fyri at fáa Wazoko inn á norðurlendska marknaðin, saudiarabiska marknaðin og latínamerikanska marknaðin.

Tað kanst tú hoyra eitt sindur um her:

Hóast Schønning Eysturoy er komin til Føroya at vera orðstýrari í orðaskiftinum “Frá heimamarknaði til heimsmarknað”, so hevur hann brúkt tíðina í Føroyum til at skapa netverk millum SEV og altjóða orkuveitarar, millum annað Norwegian Offshore Wind, sum eitt nú fæst við at sjóvindmyllulundir upp í Vesturnoregi, og tað kanst tú hoyra eitt sindur um her:

Schønning Eysturoy við gin-ísi frá Omaná (Mynd: Sigurjón Einarsson)