Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðvør Berg forkvinna í Handilsvinnufelagnum

Handilsvinnufelagið hevur havt aðalfund. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og tey vóru øll afturvald av aðalfundinum

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur nú skipað seg, og nevndin í Handilsvinnufelagnum er tí sett saman við Claus V. Christensen, Hilmar Sam Lamhauge, Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg.

Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Eyðvør Berg sum forkvinnu, og við Claus V. Christensen sum næstformanni.

Ársfrágreiðingin hjá Handilsvinnufelagnum kann lesast her

Les meir um Handilsvinnufelagið her

Kelda: industry.fo