Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj forkvinna í Javna

Helena F. Jørmundsson loysir Fíu Petersen av. Fía hevur annars verið forkvinna í felagnum síðan 2017

Javni hevur havt aðalfund. Á aðalfundinum kom fram, at Fía Petersen gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur sum forkvinna.

– Fía tók stór tøk fyri felagsskapin, og Javni takkar hana fyri fyrimyndarligan stríðsvilja øll sjey árini sum forkvinna og á skrivstovuni í tvey ár undan, skrivar Javni í tíðindaskrivi.

Aðalfundurin valdi Helenu F. Jørmundsson sum nýggja forkvinnu. Helena er 33 ára gomul, uppvaksin í Fuglafirði og arbeiðir við KT-menning. Eisini er hon mamma at barni við Down Syndromi.

Elisabeth Maria Rasmussen og Fía Petersen stóðu fyri vali sum starvsnevndarlimir, og vórðu tær valdar.

Fundurin viðgjørdi eisini komandi mál og forðingar hjá limunum. Eitt nú viðgjørdi fundurin bústaðartrupulleikarnar, sum síggjast aftur í vantandi minking av bíðilista til bústaðir.

– Tí hóast ein ávís gongd er í byggingini av bústøðum, verða aðrir niðurlagdir í somu atløgu, sigur Javni.

Í Starvsnevndini hjá Javna sita:
Helena F. Jørmundsson (Forkvinna)
Annika Marr Poulsen
Elisabeth Maria Rasmussen
Fía Petersen
Ragnhild Olsen
Kristrún Kjærbo (Tiltakslimur)