Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar-Norðurmakedonia – Beinleiðis á FM1 mikukvøldið frá klokkan 18.10

Mikukvøldið klokkan 19 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrra HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia í høllini á Hálsi í Havn. Returdysturin verður spældur í Skopje komandi sunnukvøld klokkan 18. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum, og Andrias Eriksen verður viðmerkjari. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.10 aftaná Stjórnin hjá Árna Gregersen er liðug.