Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Misti koyrikortið og fekk koyriforboð

Ein bilførari varð tikin at koyra ov skjótt í bygdum øki inni á Skálafjørðinum í gjár, og tað fekk avleiðingar fyri unga bilføraran

Politiið kannaði ferðsluna inni á Skálafjørðinum í gjár, og tað fekk avleiðingar fyri ein ungan bilførara, sum bleiv tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.

Bilurin varð máldur at koyrda 87 kilometrar um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman.

Fyri hetta fekk bilførarin eina bót fyri, men ikki nokk við tað. Hann misti eisini koyrikortið á staðnum og fekk koyriforboð.

Talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort styttri enn trý ár. Tá er tað soleiðis, at tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, er ein royndartíð og tá skal nógv minni til fyri at missa koyrikortið. 

Akstovan skrivar, at er bilførarin frádømdur koyrirættin innan fyri trý tey fyrstu árini eftir, at hann fekk koyrirættin fyrstu ferð, sbr. § 18d, stk. 3 í ferðslulógini, skal serlig koyrifrálæra vera gjøgnumførd og eftiransandi koyriroynd staðin, áðrenn rætturin til at koyra bil kann endurvinnast. Serliga koyrifrálæran, sum í fyrsta lagi kann byrja tríggjar mánaðir, áðrenn frádømingartíðin er úti, skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.

Áðrenn farast kann til eftiransandi koyriroynd, skal umsøkjarin hava fingið serliga koyrifrálæru, hjá góðkendum koyrilærara, sum er góðkendur til tann bólk, sum serliga koyrifrálæran snýr seg um. Serliga koyrifrálæran skal í minsta lagi fevna um sjey skúlatímar í frálæruhøli og átta skúlatímar í verkligari koyrifrálæru. Frálæran til serligu koyrifrálæruna skal í minsta lagi verða givin í átta frálærudagar.

Somuleiðis varð ein bilførari tikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvat hendir víðari við hesum málinum.

Les eisini...  Videobrot: Jóan Símun venur við Víkingi

Eisini bleiv boðað frá arbeiðsóhappi í Fuglafirði í gjár, har ein maður var dottin. Hann fór til kanningar, men vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, hvussu stóð til hjá manninum. Ta málið verður kannað av Arbeiðseftirlitinum.