Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldraíbúðir byggjast í Norðragøtu

34 íbúðir skulu byggjast nærhendis eldrasambýlinum í bygdini, og nakrar íbúðir skulu brúkast sum eldraíbúðir

Í dag er avtala undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja 34 íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu.

Tað skrivar Eysturkommuna.

Íbúðirnar verða 34 í tali, men í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið.

Avtala er eisini gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, ið Eysturkommuna og Eldratænastan Nánd koma at gera brúk av. Hetta er eisini í tráð við tilmæli hjá búskaparráðnum, um at skapa møguleikar hjá eldri fólkum at flyta úr sínum bústaði og í eina meira eldravinarliga íbúð.

Hesar íbúðirnar koma allar at liggja upp at eldrasambýlinum, og tí verður eisini arbeitt við at útbyggja eitt tilboð til tey fólkini, ið koma at búgva her og hava tørv á heimarøkt frá Nánd.

Tað var á býráðsfundi 30. mai í 2021, at býráðið í Eysturkommunu samtykti at selja matrikkul 72ab til toymið handan verkætlanina, Eyðabø.

Upprunaliga var toymið mannað við Varðanum og Bústaðir, men hetta arbeiðið dró nakað út, og Bústaðir fór síðan úr verkætlanini.

Tó hevur Varðin arbeitt víðari við verkætlanini, og er hon somikið væl ávegis, at avtala nú er undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja eldraíbúðirnar.