Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

17 og eitt hálvt ár millum elsta og næstelsta hjá Víkingi

Tað kann staðfestast, nú Víkingaliðið er sett móti AB

Fyrsti dysturin í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið er á skránni í dag, tá Víkingur tekur ímóti AB í Sarpugerði

Verður hugt eftir byrjanaruppstillingini hjá Víkingi í dag, so sæst, at tað eru 17 og eitt hálvt ár millum elsta spælaran hjá Víkingi, 41 ára gamla Atla Gregersen, og næstelsta spælaran, 23 ára gamla Martin Klein Joensen.

Atli Gregersen er føddur 15. juni í 1982, meðan Martin Klein Joensen er føddur tann 26. desember í 1999. Tað vil so siga, at tað eru 17 og eitt hálvt ár ímillum verjuskansan og aldurforsetan á Víkingaliðnum, Atla Gregersen, og so fremsta mannin hjá Víkingi í dag, Martin Klein Joensen.

Byrjanaruppstillingin hjá Víkingi sæst her: