Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Soleiðis verður spælt í hálvfinalunum

TB møtir B36, og í hinari hálvfinaluni møtast HB og Víkingur. Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 29. mai og 19. juni

Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru Víkingur, TB, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, ið verða spældar mikudagin 29. mai, fekk TB heimavøll móti B36, meðan HB fekk heimavøll móti Víkingi.

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni, og tá hittast B36 og TB í Havn, meðan Víkingur tekur ímóti HB í Sarpugerði.

Dystirnir í hálvfinalunum hava samstundis við sær, at broytingar eru neyðugar í landskappingini í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum. Í Betrideildini er talan um dystir í 11., 12., 13. og 14. umfari, og í 1. deild er talan um dystirnir hjá TB í 12. og 14. umfari.

Broytingarnar síggjast í leikskráunum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.