Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hjálparvenjarin: Lítið ivamál um Elias

Allir mans eru klárir, men Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur ein lítlan skaða í knænum, so tað verður ein meting frá venjarunum, hvussu nógv hann verður brúktur í dystinum í kvøld

Í kvøld, mikukvøldið klokkan 19, spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrra HM Play Off dystin móti Norðurmakedonia í høllini á Hálsi í Havn.

Í sendingini, Á Sýnini, hoyrdu vit tað seinasta úr landsliðsleguni undan landsdystinum í kvøld, tá ið prátað varð við hjálparvenjaran hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Julian Johansen.

Samrøðan kann hoyrast her:

Dysturin í kvøld er fyrri dysturin millum londini, og returdysturin verður spældur í Skopje sunnukvøldið klokkan 18.

Samlaði vinnarin av hesum dystunum vinnur seg víðari til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Kroatia, ið verður hildið í januar komandi ár.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum, og Andrias Eriksen verður viðmerkjari.

Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.10.