Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum um vikuskifti

Komandi dagarnar fara 180 skótar úr øllum Norðurlondum at viðgera viðkomandi evni fyri norðurlendskar skótar, umframt at stinga út í kortið virkisætlan fyri komandi trý árini. Skótaovastin í Føroyum vitjaði nýggju sendingina á FM1, Á Sýnini

Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapurin um ársskiftið fer víðari til Svøríkis, verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu her í Føroyum, har komandi trý árini í norðurlendskum skótahøpi skulu stingast út í kortið.

Á ráðstevnuni verða fleiri enn 180 skótar úr øllum Norðurlondum, sum umframt at avgreiða virkisætlan fyri komandi trý árini, eisini fara at viðgera viðkomandi evni fyri norðurlendskar skótar á verkstovum undir temanum “Broytingartíðir”.

Formaðurin í Føroya Skótasambandi, Símun Michael Sørensen, vitjaði í nýggju sendingini á FM1, Á Sýnini, har hann greiddi frá skótaráðstevnuni.

Hoyr samrøðuna her:

Í samband við ráðstevnuna, so verður eisini almenn móttøka hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 10. mai klokkan 16, har høvi verður hjá bæði núverandi, eins og gomlum skótum, at koma saman eina løtu at minnast gamlar dagar, men eisini hjá øðrum skótaáhugaðum at hoyra, hvat skótarørslan er fyri nakað.