Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr dystarendan Føroyar-Norðurmakedonia 34-27 (18-14) og samanumtøku hjá Andriasi Eriksen

Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Andrias Eriksen siga frá seinastu minuttunum av HM Play Off dystinum Føroyar-Norðurmakedonia 34-27 (18-14) í høllini á Hálsi, og hoyr eisini Andrias taka samanum eitt gott avrik, og siga nøkur orð um vónirnar fyri returdystinum í Skopje komandi sunnukvøld klokkan 18. Sjúrður sigur beinleiðis frá returdystinum á FM1.