Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Paula, Kjartan, Teis, Elias og Hákun seta orð á 34-27 (18-14) sigurin á Norðurmakedonia

Hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan, Paula Jacobsen, Kjartan Johansen, Teis Horn Rasmussen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum um 34-27 (18-14) sigurin á Norðurmakedonia í tí fyrra HM Play Off dystinum í høllini á Hálsi. Menn eru nøgdir við, at tað eydnaðist at fáa munin at vera sjey mál, men teir ávarða um, at tað verður torført á útivølli í Skopje, men sjeymálssigurin gevur teimum ein møguleika at standa seg í samlaðu uppgerðini.

Mynd: Jens Kristian Vang