Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppihaldsloyvini hjá 23 ukrainskum flóttafólkum kunnu nú viðgerast

Hetta hendir, nú markið fyri talið av fyribils uppihaldsloyvum til flóttafólk úr Ukraina er hækkað úr 200 og upp í 250

23 ukrainsk flóttafólk kunnu nú fáa umsóknir um uppihaldsloyvi viðgjørdar.

Hetta hendir, eftir at Løgtingið í gjár samtykti at seta nýtt mark fyri talið av fyribils uppihaldsloyvum til flóttafólk úr Ukraina. Sostatt kunnu nú í alt 250 flóttafólk úr Ukraina fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Reyði Krossur Føroyar upplýsir, at higartil hava 194 flóttafólk úr Ukraina fingið uppihaldsloyvið, meðan umleið 140 av hesum enn eru búsitandi í Føroyum.  

– At markið er hækkað, merkir ein lætta hjá teimum 23 flóttafólkunum, sum búgva á Móttøkuhúsinum hjá Reyða Krossi. Tey hava seinastu tveir mánaðirnar liva í óvissu um, hvørt tey kundu fáa friðskjól í Føroyum. Nú kunnu hesi 23 flóttafólkini fáa umsóknir sínar viðgjørdar og fáa svar, sigur Reyði Krossur Føroya.

Tað hevur við sær, at fáa flóttafólkini fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, so eru tey tryggjað uppihald fram til mars komandi ár, og kunnu tá millum annað fáa p-tal, koma út í bústað og byrja leiðina til ein gerandisdag.

Óvissan um framtíðina er tó ikki av, tí enn er ikki avgjørt hvørt flóttafólkini úr Ukraina kunnu vera verandi her í Føroyum ella ikki, tá loyvini ganga út um tíggju mánaðir.

– At liva í eini fyribilsstøðu og óvissu hevur neiliga ávirkan á øll menniskju, og serliga flóttafólk, ið eru í vanda fyri at noyðast aftur til serliga ótryggar umstøður. Reyði Krossur vónar, at Løgtingið beinanvegin fer at at arbeiða við málinum um framtíðina hjá flóttafólkunum úr Ukraina í Føroyum, sigur Reyði Krossur Føroya.