Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áheitan til Bjarna K. Petersen: Legg frá tær

Jákup Mikkelsen, sum ikki stillaði upp til seinasta løgtingsval heldur, at landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur fingið eitt misálit, nú uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall í gjár

– Bjarni, tú hevur fingið eitt misálit, eisini frá tínum egnu og tí eigur tú at leggja frá tær í morgin.

Soleiðis skrivar fyrrverandi tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Jákup Mikkelsen, undir Facebook-tráðin hjá Bjarna Kárasyni Petersen, har landsstýrismaðurin harmast, at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall í gjár.

Jákup Mikkelsen, sum ikki stillaði upp til løgtingsvalið seinast, sipar allarhelst til atkvøðugreiðsluna í Løgtinginum í gjár, har ein tingmaður fyri Framsókn, Karlot Hergeirsson, atkvøddi fyri uppskotinum, meðan Sólvit E. Nolsøe og Hanna Jensen atkvøddu ímóti uppskotinum at broyta fosturtøkulógina.

Tað eru nógv, ið harta júst Framsókn, nú tveir av trimum tinglimum atkvøddu ímóti uppskotinum.

Á Facebook síggjast viðmerkingar sum eitt nú hesar: “Frælsislyntur borgarligur flokkur. Eg meini tað”…”vanvirðing av persónliga frælsinum – ikki serliga liberalt”, eru nøkur av orðunum, sum Framsókn fær omanyvir seg.

Jákup Mikkelsen stillaði ikki upp aftur til seinasta løgtingsval.

Hann kom á ting sum varamaður fyri Anfinn Kallsberg í 2002, tá Anfinn Kallsberg var løgmaður. Í valskeiðnum frá 2004 til 2008 var hann inni sum varamaður fyri Jógvan við Keldu, meðan hann var landsstýrismaður, og síðan frá 2008 til 2022, tá hann boðaði frá, at hann gavst í politikki.