Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heita á foreldur um at bíða við snildfonini

Leiðslan í Runavíkar kommunuskúla heitir á foreldur um í felag at avtala, nær teirra børn kunnu fáa eina snildfon

Nógv prát er í hesum døgum um fólkaskúlan og trivnaðin hjá næmingum bæði í skúla og heima. Broytingar av føroyska fólkaskúlanum eru á veg, har millum annað reglur fyri fartelefonir í fólkaskúlanum væntandi koma í gildi.

Runavíkar kommunuskúli vísir á, at barnaheilin ikki enn er mentur til at handfara eina snildfon, barnið gerst bundið, og hetta hevur neiliga ávirkan á menningina og trivnaðin hjá barninum bæði í skúla og heima.

Leiðslan í Runavíkar kommunuskúla skrivar, at evnið verður tikið upp á foreldrafundi, har skúlin vónar, at ein felags semja verður funnin um eina skilagóða loysn fyri barnsins besta.

Skúlin vísir til gransking á økinum, har ein niðurstøða frá gransking er, at hópin av granskarum eru samdir um, at snildfonin førir til mistrivna, verri evni til hugsavnan, minni rørslu og harvið yvirvekt. Tað økir um happing og økir um talgildan kynsligan ágang.

– Í Føroyum síggja vit harumframt evnini hjá børnum og ungum at tosa og skriva føroyskt vera fallandi, væntandi av tí orsøk, at tey liva í einari talgildari og enskttalandi verð aftan á skúlatíð, skrivar skúlin.

Tøl vísa, at í Danmark fáa børn eina snildfon, tá tey eru umleið átta ár.

– Vit hava ikki nágreinilig tøl í Føroyum, men Fólkaheilsuráðið mælir til ikki at geva børnum snildfon, áðrenn tey eru 14 ár+, viðurkendi danski skúlagranskarin Louise Klinge sigur 15 ár, meðan altjóða granskarar siga 16 ár. Ymiskar eru meiningar millum granskarar um nágreiniliga aldurin fyri, nær ung hava aldur at fáa snildfon, men breið semja er um, at snildfonin ikki eigur at latast børnum, eins tíðliga, sum nú verður gjørt, og avleiðingarnar av, at vit vaksnu hava sovið í tímanum, kunnu vit einans loysa í felag, skrivar Runavíkar kommunuskúli.