Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Djóni: Fartelefonin skal sum meginregla ikki nýtast í skúlatíðini

Tað er líkt til, at reglur koma fyri fartelefonnýtslu í skúlatíðini

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrimaður við barna- og útbúgvingarmálum, hevur sent uppskot til hoyringar um reglur til fartelefonnýtslu í skúlatíðini, har tað verður kravt, at einstaki fólkaskúlin skal gera reglur fyri fartelefonnýtsluna. Eitt nú fer at verða sagt, at fartelefonnýtsla sum meginregla ikki er loyvd í skúladegnum, hvørki í undirvísingartímum ella fríkorterum. 

Broytingarnar snúgva seg millum annað um at gera reglur fyri fartelefonnýtslu í skúlatíðini.

– Tað er neyðugt, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum, sigur Djóni í viðmerking.

Í kunngerðini, sum nú er farin til ummælis, verður lagt upp til, at næmingar sum meginreglu ikki skulu brúka fartelefon í skúlatíðini. Undantøk kunnu vera í sambandi við sjúku og tá fartelefonin er eitt hent amboð í sambandi við undirvísingarátak.

Hoyringarfreistin er 16. mai 2024 og ætlanin er, at kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.