Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendur lærari á Miðnámi á Kambsdali takkar fyri seg

Bjarki Skaale hevur verið miðnámsskúlalærari í 41 ár

Bjarki Skaale, lærari í føroyskum, hevði seinnapartin í dag sín seinasta undirvísingartíma saman við næmingunum í N21y, sum hann hevur undirvíst í føroyskum í trý ár.

Tað skrivar heimasíðan hjá Miðnámi á Kambsdali.

Bjarki byrjaði at undirvísa í 1983 í Studentaskúlanum í Eysturoynni, sum tá húsaðist í gomlu skúlabygningunum við Gøtugjógv, har Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy byrjaði í august 1982 í leigaðum hølum við Gøtugjógv, áðrenn flutt varð inn á Kambsdal í 1989.

Bjarki Skaalum hevur tí undirvíst í samfull 41 ár við Gøtugjógv og seinni á Kambsdali.

Næmingarnir í N21y høvdu fingið vakrar flokstroyggjur í dag, eftir sum at hetta er seinasta ár teirra á skúlanum, men tey høvdu ikki gloymt Bjarka; hann fekk eisini eina vakra bundna troyggju og bundið turriklæði frá næmingunum sum tøkk fyri tíðina.

Fríggjadagin fáa næmingarnir – og Bjarki – so at vita, hvørt næmingarnir skulu til endaliga próvtøku í føroyskum í ár ella ikki.

– Miðnámsskúlin á Kambsdali takkar Bjarka fyri tíðina sum lærari, nú hann fer frá fyri aldur, skrivar skúlin á heimasíðu sínari.

(Myndir: Miðnám á Kambsdali)