Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Óvist hvussu Strandferðslan verður ávirkað av verkfallinum

Strandferðslan kannar í løtuni, hvussu verkfallið fer at ávirka tænastuna frameftir

Í sambandi við, at tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hava lýst við verkfalli á midnátt í kvøld, so valdar enn óvissa, hvussu verkfallið fer at raka – eisini hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan sigur seg kanna í løtuni, hvussu ið verkfallið ávirkar tænastuna hjá teimum frameftir, og í hesum sambandi hevur Strandferðslan sent ein fyrispurning fakfeløgini, har Strandferðslan roynir at lýsa nøkur ivamál hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um Strandferðslan fær undantøk.

– Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu tænastan verður komandi dagarnar, skrivar Strandferðslan.

Tá Strandferðslan veit meira, so verður kunning fyrst og fremst løgd út á heimasíðuna hjá Strandferðsluni, www.ssl.fo.  

– Broytingar í ferðaætlanunum verða eisini sendar út umvegis sms skipanina og á gula breddan, skrivar Strandferðslan.