Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhanna á Bergi í nevndina í Royal Arctic Line

Tríggir út av seks limum vórðu skiftir út á seinasta aðalfundi hjá felagnum, ið hevur einkarætt at sigla farm til og úr Grønlandi, og kann sigla til Føroya við farmi, men har føroysk farmafeløg ikki hava somu møguleikar at sigla farm til Grønlands

Helvtin av nevndini hjá Royal Arctic Line (RAL) varð skift út á seinasta aðalfundi, har millum annað stjórin á Atlantsflog, Jóhanna á Bergi, varð vald inn í nevndina.

Felagið sigur, at við sínum royndum, millum annað sum stjóri fyri Faroe Ship, so hevur Jóhanna á Bergi stóran kunnleika til farmavinnuna.

Hinir báðir nýggju limirnir í RAL eru Flemming Drechsel og Inooraq Brandt, skrivar Sermitsiaq.

Ongar ætlanir at strika einkarættin
RAL hevur einkarætt, tá tað kemur til at sigla farm til og úr Grønlandi, men eitt nú føroysk flutningsreiðarí hava víst sína ónøgd við, at Royal Arctic Line (RAL) – í samstarvi við Eimskip – hevur møguleika at sigla við farmi til og úr Føroyum, men at tey føroysku reiðaríini ikki kunnu sigla farm til Grønlands vegna einkarættin hjá RAL í Grønlandi.

Í 2021 vendi táverandi landsstýrismaður við vinnumálum, Helgi Abrahamsen, sær til grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, fyri at finna eina møguliga loysn á hesum spurningi.

– Vit hava einki ímóti kapping. Tað er positivt, og okkum dámar væl, at tey grønlendsku skipini sigla higar, men vit halda, at tey føroysku farmaskipini eisini eiga at hava somu møguleikar at sigla til Grønlands, segði Helgi Abrahamsen við grønlendska miðilin, Sermitsiaq, í juni í 2021.

Kann gagna báðum pørtum
Helgi Abrahamsen segði í samrøðuni við grønlendska miðilin, at føroysk reiðarí síggja møguleikar í at sigla via Ísland til Grønlands og so kanska víðari til USA.

Táverandi landstýrismaður við vinnumálum helt, at tað kundi gagna báðum pørtum, um einkarætturin varð tikin av.

Men hann undirstrikaði tó, at hetta skuldi ikki skiljast sum, at grønlendsk skip ikki eru vælkomin til Føroya.

Les eisini...  Leyvurnar leggja seg á odda í donsku Superliga

– Kapping á hesum øki kann vera við til at lækka prísin á til dømis byggitilfari, men kann eisini betra møguleikarnar fyri útflutningi av til dømis feskum fiski, segði hann tá.