Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhanna klænkar leiðsluna í Royal Arctic Line

Nevndin í grønlendska Royal Arctic Line, har Jóhanna á Bergi júst er vald inn, hevur valt at skarva av leiðsluni, so tað nú eru tríggir limir og ikki sjey limir

Seinastu árini vaks leiðslan nógv í grønlendska flutningsfelagnum, Royal Arctic Line, men nú hevur nevndin í felagnum, sum Jóhanna á Bergi er partur av, valt at klænka leiðsluna, so hon nú telur tríggjar limir. Áðrenn vóru tað sjey limir í leiðsluni.

Í nýggju leiðsluni eru Niels Clemensen, forstjóri, Aviâja Lyberth Lennert, varaforstjóri, og Jørgen Aqe Møller, fíggjarstjóri.

Nevndin í Royal Arctic Line hevði nevndarfund tann 29. mai, og har sæst, at umframt Jóhannu á Bergi, so er Eyðun Simonsen úr Havn eisini partur av nevndini.