Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Limirnir fáa verkfalsløn í verkfalstíðini

Samskiparin í Samtaki, Sonja J. Jógvansdóttir, sigur, at tað ikki er greitt, hvussu nógv fólk fáa í verkfalsløn í verkfalstíðini

Tað er langt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og tí hava fýra arbeiðarafeløg lýst við verkfalli.

Samskiparin í Samtaki sigur, at tað er bara rætt og rímiligt, at tey fáa eina størri lønarhækkan hesa ferð vegna vaksandi kostnaðarstøði seinastu árini, og vísir millum annað á, at arbeiðarafeløgini góvu eina útrættaða hond undir koronutíðini og hildu aftur við sínum krøvum um betri sømdir, og tí vænta tey at fáa meira burturúr sáttmálasamráðingunum hesa ferð.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað fer í Gerðarættin við málinum.

Hoyr samrøðuna her: