Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Verkfalsfráboðan í Fasta Gerðarættin

Fíggjarmálaráðið og KAF fara nú í Fasta Gerðarættin við verkfalsfráboðanini á almenna arbeiðsmarknaðinum

Verkfall er byrjað á privata arbeiðsmarknaðinum og arbeiðarafeløgini hava eisini lýst verkfall at byrja á midnátt.

Fundur var millum umboð fyri arbeiðarafeløgini, lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiåsgevarafelagið í gjár.

Har greiddi almennu arbeiðsgevararnir frá, at tey ikki eru partar av trætuni, tí tey hava ikki sáttmála viå arbeiðarafeløgini.

Av hesum er tað óvist, um arbeiðarafeløgini hava rætt til eisini at lýsa arbeiðssteðg fyri løntakarar hjá landi og kommunum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið heittu tí í fyrstu atløgu á arbeiðarafeløgini um at kalla aftur lýsta arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum, til greiða er fingin á rættarstøðuni.

Arbeiðarafeløgini vildu ikki ganga hesum ynski á møti.

– Landið og kommunurnar eru ikki partur av arbeiðsósemjuni á privata arbeiðsmarknaðinum og hava tí ongan annan møguleika enn at biðja Fasta Gerðarrætt taka støðu til, um tað er eitt heimilað stríðsstig hjá arbeiðarafeløgunum at lýsa arbeiðssteðg fyri allar limir teirra, siga almennu arbeiðsgevararnir.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið heittu á partarnar um í felag at heita á Fasta Gerðarætt um at viðgera málið. Hesum møguleika vístu arbeiðarafeløgini e aftur.