Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Býráðslimur í Runavíkar kommunu leggur upp til samanlegging

Tóri Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, heldur, at kommunusamanlegging millum kommunurnar kring Skálafjørðin hevði verið rætta loysnin

Nú, tá ið prátið um kommunusamanlegging er á skránni í Suðuroy, so heldur býráðslimur í Runavíkar kommunu, at tað er upp á tíðina, at kommunurnar kring Skálafjørðin fara at leggja saman.

– Kommunusamanlegging hevði óivað eisini verið rætta loysnin fyri Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu, skrivar Tóri Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, á sínum Facebook-vanga.

Tó heldur hann, at samanlegging við Nes kommunu er enn helst minst eitt ættarlið úti í framtíðini, men heldur hinvegin, at strandingar eru munandi meira jaligir hvat samanlegging viðvíkur.

– Í komandi valskeiðið eiga Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna at stinga høvdini saman, og finna útav um grundarlag er fyri at arbeiða fram ímóti eini samanlegging. Óført um man eisini fekk Nes kommunu við, men tað eigur ikki at vera ein fortreyt, sigur Tóri Højgaard.

Tóri Højgaard fekk 123 persónligar atkvøður til seinasta kommunuval, ið var tann 10. november í 2020.