Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jónas fer aftur í gult

Jónas Warner skifti annars eftir kappingarenda í fjør til B68, men hevur nú valt at venda heim aftur til barndómsfelagið

B71 styrkir seg við álopsspælara.

Tað er Jónas Jónatansson Warner, sum hevur valt at venda aftur til barndómsfelagið.

Jónas skifti annars eftir kappingarenda í fjør til B68, men herfyri gjørdist greitt, at partarnir vóru komnir ásamt um at steðga samstarvið.

Í gjár var so greitt, at hann hevur játtað seg at hjálpa barndómsfelagnum og gerst tøkur til dyst eftir summarferiuna, tá flytingargluggin letur upp aftur.

B71 skrivar, at fyribils er avtalan til kappingarenda

– Hetta má sigast vera góður styrkur til besta mansliðið, nú málið er uppflyting og eitt sæti í bestu mansdeildini fyri fyrstu ferð í nógv harrans ár. Hjartaliga vælkomin heimaftur, Jónas Warner, skrivar B71.

Eftir at fyrsti triðingurin í landskappingini í 1. deild er spældur, so liggur B71 á 2. plássi við 17 stigum. Á 3. plássi er FC Suðuroy við 16 stigum, meðan TB er á 4. plássi við 13 stigum.