Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá frontinum í Ukraina til friðin í Føroyum

Bjørn Kallsoy hevur merkt á egnan kropp, hvussu tað er at vera á frontinum í Ukraina. Nú er hann komin aftur til Føroya, men tankarnir leita ofta til Ukraina

Tað eru 811 dagar síðan, at Russland tann 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at harðir bardagar eru kring næststørsta býin í Ukraina, Kharkiv, har russiski herurin roynir at berja ukrainsku verjugarðarnar niður har í økinum.

Bjørn Kallsoy, sum hevur fingið eyknevnið “Viking” av sínari herdeild, hevur verið heilt úti í frontinum í Ukraina nærhendis ukrainska býin, Sloviansk, og hevur eisini merkt kríggið upp á egnan kropp.

Nú er hann aftur í Føroyum, men tankarnir leita ofta til Ukraina til ukrainska fólkið og sínar vinmenn í herinum.

– Eg fari aftur til Ukraina at hjálpa. Um tað ikki verður á frontinum, so verður tað at hjálpa upp á onkran máta, tí tað er stórur tørvur á hjálp í Ukraina. Eg arbeiddi eitt sindur sum verkfrøðingur seinasta tíðina, eg var har, men tað er millum annað eisini tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum í landinum. Ein kann hjálpa í Ukraina upp á ymiskan hátt, sigur Bjørn Kallsoy.

Hoyr samrøðuna við Bjørn Kallsoy her:

Bjørn Kallsoy hevur fingið tríggjar medaljur fyri sína tíð í Ukraina; eina fyri at fremja bragd, eina fyri drúgva tænastu og eina fyri at koma aftur í hertænastu, eftir at hava verið særdur.