Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málráðið handað frágreiðing

Málráðið hevur handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, eina frágreiðing um, hvørt málráðið virkar eftir lógini um málráð

Tá Málráðið varð skipað við lóg í 2012, varð ásett, at eftir trimum árum skuldi ein frágreiðing skrivast um, hvørt Málráðið virkar eftir ætlan, og um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Eitt tað fyrsta, sum landsstýriskvinnan setti í verk, var at fáa hesa frágreiðing til høldar, sum hon nú ætlar at leggja fram til orðaskifti í Løgtinginum seinni í ár.

Sirið Stenberg sigur við heimasíðuna hjá almanna- og mentamálaráðnum, at hon fegnast um, at politiska skipanin í næstum fær høvi at skifta orð um Málráðið, og hvussu tað virkar.

– Málráðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum, tí tað skal røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið. Tað skal harumframt vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, sigur Sirið Stenberg.

Ein av uppgávunum hjá Málráðnum er eisini at áseta føroyska stavseting, og á móðurmálsdegnum 25. mars 2024 var fyrsta útgávan av løggildu Stavsetingarorðabókini løgd fram og kann nú nýtast á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Í Málráðnum eru ellivu limir, og av hesum sita fimm í starvsnevndini.

Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, eru Randi Kúrberg, forkvinna, Helena Kannuberg, varaforkvinna, og Heri J. Joensen, limur í Málráðnum.

Frágreiðingin kann lesast her: https://www.ammr.fo/…/tidindi/malradid-handad-fragreiding

Heimasíðan hjá Málráðnum sæst her: www.malrad.fo

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið