Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnulandsliðið: Hópurin móti Andorra og Grikkalandi úttikin

Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 20 spælarum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli 31. mai og 4. juni

Fríggjadagin 31. mai og týsdagin 4. juni skal kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Fyrri dysturin er móti Andorra, og síðani koma grikkar á vitjan á Tórsvølli. Báðar dagarnar er fyrsta sparkið klokkan 16:45.

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, og nú er greitt, hvørjar tær 20 eru, ið venjarin hevur boðsent til komandi landsliðsuppgávur á heimavølli.

Hópurin
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka F. Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn H. Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Í undankappingini til EM 2025 eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Grikkalandi og Andorra. Eftir tvey umfør, sum vórðu spæld í mars, eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við seks stigum í part, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar.

Stigatalva og leikskrá / Bólkur C3

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF