Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Partarnir enn í hvør sínari skotgrøv og skjóta eftir hvørjum øðrum

Tað er ikki nógv nýtt at frætta um uppskotið hjá landsstýrismanninum við lógarmálum um broytingar í fosturtøkulógini, ið er til 2. viðgerð í dag

Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur lagt fram uppskot at endurskoða fosturtøkulógina, so einki loyvi krevst fyri at fáa fosturtøku, um inntrivið kann verða framt áðrenn endanum av 12. viku í viðgongutíðini er til 2. viðgerð í tinginum í dag.

Síðan fyrstu viðgerð, ið var tann 22. mars, so hevur ein partur av Rættarnevndini gjørt eitt broytingaruppskot, har tað verður gjørt greitt, at heilsustarvsfólk skulu sleppa undan at fremja ella viðvirka til fosturtøku, um tað gongur ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá tí einstaka.

Limir í minnilutanum í Rættarnevndini og í andstøðuni hava undir kjakinum róð uppundir, at uppskotið frá landsstýrismanninum við lógarmálum er bert eitt kopi av donsku lógini á økinum, ið stavar frá 1956, men sum varð broytt í 1973, tá kvinnur í Danmark fingu rætt til fría fosturtøku inntil 12. viku í viðgongutíðini, og at vit fáa somu fosturtøkutilstandir í Føroyum, eins og í Danmark.

Limir í samgonguni siga hinvegin, at meiningin við broytingini er ikki at gera eftir donsku lóggávuni, men heldur at bróta frá donsku lóggávuni við at halda fast við 12. viku – og ikki til 18. viku í viðgongutíðini, sum er í umbúna at koma í gildi í Danmark. Sambært DR fer nýggjan lóggávan í Danmark at koma í gildi tann 1. juni í 2025.

Les eisini: Fosturtøkuráðstevna: Fólk hava lyndi til at rópa í høvdið á hvørjum øðrum

Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi lóg um fosturtøku, soleiðis at hon verður meira nútíðarhóskandi og avmyndar verandi siðvenju á økinum. Somuleiðis verður lógin samstundis lagað til føroysk viðurskifti, soleiðis at allar kvinnur eru eins fyri lógini.

Les eisini...  Pætur Mikkjalsson fylti 27 ár á drúgvu ferðini til Norðurmakedonia

– Galdandi lóg er ógreið og verður tulkað somikið ymiskt, at hon skapar ótryggleika, óvissu og ójavna, skrivar Bjarni Kárason Petersen í uppskotinum.

Við at broyta fosturtøkulógina, so er eisini endamálið, sambært landsstýrismanninum, at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt.

– Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Eitt annað endamál er at tryggja, at fosturtøka fer fram undir skipaðum og tryggum umstøðum í sjúkrahúsverkinum.