Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fosturtøkuráðstevna: Fólk hava lyndi til at rópa í høvdið á hvørjum øðrum

Ov ofta endar fosturtøkukjakið við, at fólk eru í hvør sínari skotgrøv og rópa í høvdið á hvørjum øðrum. Etiska ráðið skipar tí fyri ráðstevnu um fosturtøku, ið skal hjálpa okkum at skilja hvønn annan betri

Kjakið um fosturtøku í Føroyum er ofta hart og ókonstruktivt, og Etiska ráðið skipar tí fyri ráðstevnu, sum skal lyfta kjakið og hjálpa fólki at skilja, hvat tað er, sum ger seg galdandi, tá tosað verður um fosturtøku.

-Fokusið hjá okkum er á tí, at ofta endar kjakið við, at partarnir eru í hvør sínari skotgrøv og rópa eftir hvørjum øðrum, sigur Regin Berg, sum er fakligur skrivari hja Etiska ráðnum.

-Tey somu argumentini verða endurtikin ferð eftir ferð, og tað tykist ikki, sum at fólk vilja lurta eftir hvørjum øðrum.

Ráðstevnan, sum verður hildin mikudagin, fer at hava bæði framløgu av fakta kring fosturtøku í Føroyum, eina framlegging av argumentunum fyri og ímóti fosturtøku, umframt pallborðskjaki, hugleiðingum og samanumtøku.

-Ráðstevnan verður skipað soleiðis, at fokus er á sjálvum argumentunum. Vit vijla vita, um vit ikki kunnu koma eitt sindur meira í djúptina við hesum. Vit rokna ikki við, at fólk verða samd, men um ikki annað kann tað vera, at fólk fara at skilja hvønn annan eitt sindur betri, sigur Regin Berg og leggur aftrat, at sigast kann, at ráðstevnan skal lyfta fosturtøkukjakið eitt sindur.

Skráin fyri ráðstevnuna er so, at lagt verður út við, at Turið Hermansdóttur leggur fram nøkur faktisk viðurskifti kring fostutøku í Føroyum, sum hon sjálv hevur granskað í.

Síðani fara Arni Zachariassen og Súsanna Mortensen at leggja fram tey vanligastu argumentini fyri og ímóti fosturtøku, áðrenn farið verður eitt sindur djúpri í hesi argumentini undir pallborðskjakinum.

Tað verða Bjørt Lind og Bjørk Tyril Sadembou, sum saman við tveimum limum úr Etiska ráðnum fara at manna pallborðið.

Les eisini...  Framvegis nøkur pláss eftir

Regin Berg greiðir frá, at ætlanin var at pallborðið skuldi mannast av tveimum kvinnum og tveimum monnum, men at tað vísti seg at vera rættiliga torført at fáa menn at játta seg til uppgávuna, og tí verða tað limir úr Etiska ráðnum, ið gera hetta ístaðin.

Óluva Zacharissen stýrir kjakinum.

At enda skulu Jógvan D. Hansen og Armgarð Arge hugleiða um tað, ið ført varð fram undir pallborðskjakinum og meta um styrkirnar á teimum ymisku argumentunu.

-So tankin er, at vit stigvíst fara djúpri og djúpri í argumentini, so hvørt sum kvøldið frálíður, sigur Regin Berg.

Ráðstevnan verður í Skúlanum á Løgmannabreyt mikukvøldið 19. Apríl kl. 19.