Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrismaðurin harmast at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall

Uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall í gjár, tá 15 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 15 atkvøddu ímóti. Ein tinglimur møtti ikki á tingfundinum, meðan tveir tinglimir høvdu clearað við hvønn annan

– Eg eri sera harmur um, at vit ikki komu á mál. Men soleiðis er politikkur. Og vit vistu, at hetta kundi henda. Men tað er mín vón, at hendan tilgongdin hevur um ikki annað flutt kjakið eitt sindur.

Soleiðis skrivar landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, á sínum Facebook-vanga, eftir at tað gjørdist greitt, at uppskotið um nýggja fosturtøkulóg fall, tá atkvøtt varð um málið til aðru viðgerð í tinginum í gjár.

15 tinglimir atkvøddu fyri, meðan 15 atkvøddu ímóti uppskotinum, sum harvið fall.

Ein tinglimur møtti ikki á tingfundinum, og tað var Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum. Á Facebook hevur hann givið til kennar, at hann er ímóti uppskotinum at broyta fosturtøkulógina, men við Sosialin hevur hann sagt, meðan hann var løgmaður, at kvinnan sjálv skal kunna gera av, um hon vil hava fosturtøku ella ikki.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi høvdu clearað við hvønn annan í gjár.

Samstundis sigur landsstýrismaðurin við lógarmálum, at hóast uppskotið fall í gjár, so merkir tað ikki, at nú er liðugt.

– Stríðið fyri eina nýggja og tíðarhóskandi lóg heldur fram – reaktiónirnar í gjárkvøldið og í nátt eru eitt sterkt prógv um, at tað fer at eydnast, sigur Bjarni Kárason Petersen.