Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Slovakiski forsætisráðharrin ikki longur í lívsvanda

Tað váttar varaforsætisráðharrin fyri BBC

Slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, sum í gjár varð skotin fimm ferðir og fluttur í skundi til sjúkrahús til skurðviðgerð, er ikki longur í lívsvanda.

Tað váttar varaforsætisráðharrin, Tomáš Taraba, fyri BBC.

Í gjár var eitt sindur ógreitt, hvussu ofta forsætisráðharrin bleiv skotin, og hvar hann var raktur, men innanríkisráðharrin, Matúš Šutaj Eštok, sigur við slovakiskar miðlar, at Robert Fico bleiv raktur av fimm skotum, har hann varð raktur í vinstra arm og búkin.

Hann hevur verið undir læknahond í gjárkvøldið, har sárini í búkinum vóru tey mest álvarsomu, men er nú ikki longur í lívsvanda.

Hendingin fór fram í býnum Hanlová tíðliga seinnapartin í gjár, og forsætisráðharrin varð flogin í skundi við tyrlu til Banská Bystrica, har hann kom undir læknahond.

Rithøvundurin Juraj Cintula, ið skeyt forsætisráðharran, hevur sagt, at hann var ikki einigur við politikkin hjá verandi stjórn.