Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bára Traustadóttir fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Hon tekur við starvinum tann 1. august í ár

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Báru Traustadóttir í starv sum fyrstilærara í Nólsoyar skúla.

Bára Traustadóttir er útbúgvin lærari í 2005 úr Íslandi og hevur starvast í Nólsoyar skúla síðan 2007. Hon hevur sostatt drúgvar royndir sum lærari í barnaskúlanum, skrivar Skúlablaðið.

Bára Traustadóttir er 61 ára gomul og býr í Nólsoy. Umframt læraraútbúgvingina er Bára Traustadóttir útbúgvin námsfrøðingur í 1984 og hevur arbeitt innan hetta yrki í fleiri ár. Eisini hevur Bára Traustadóttir tikið fleiri skeið, sum stuðla undir fakligu menningina í skúlanum.

Hon tekur við starvinum sum fyrstilærara í Nólsoyar skúla frá 1. august 2024 at rokna.