Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sára Maria Johansen skal til OL

Sára Maria Johansen av Tvøroyri og liðfelagar hennara vunnu sær í dag luttøku til OL í summar

Tað er líkt til, at Føroyar fara at hava tvey umboð til OL, sum verður í París í summar.

Sverri Sandberg Nielsen hava vit hoyrt nógv um gjøgnum ár og dag, men nú er greitt, at Sára Maria Johansen av Tvøroyri verður at síggja til OL, tí tíðliga seinnapartin hevur hon og liðfelagar hennara, sum rógva við danska rógvulandsliðnum í “áttara”, ið danir nevna tað, har átta kvinnur rógva við, megnað at vinna sær luttøku til OL, tá Sára og hinar gjørdust nummar tvey til OL-úttøkukappingina í Luzern í Sveis.

Sára Maria Johansen og hinar vunnu sítt OL-atgongumerki við at enda frammanfyri lond sum bæði Kina og Týskland, og tað verður av dønum mett at vera eitt bragd.

Eisini er hetta søguligt, tí Danmark hevur ongantíð áður megnað at havt ein “áttara” hjá kvinnum við til OL.

Sára Maria venur við felagnum KVIK, sum heldur til við Norðhavnina í Keypmannahavn. 

Í fjør gjørdist Sára Maria Johansen heimsmeistari í inniróðri á 2.000 metrum.

Sára Maria Johansen er fremst á myndini (Mynd: roning.dk)