Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Tele verður høvuðsstuðul hjá Sverra

Sverri Sandberg Nielsen og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu fyri 2024. Við avtaluni er Føroya Tele einsamallur høvuðsstuðul hjá Sverra

Sverri Sandberg Nielsen og føroyalitti einskullarin skulu aftur umboða Danmark á olympiuleikunum, sum hesa ferð er í París í summar.

Miðvís venjing og venjingarlegur standa fyri framman, og í næstum gongur leiðin til fyrstu venjingarleguna í Aviz, Portugal.

– Sverri Sandberg Nielsen hevur longu víst í verki, at tað ber til at røkka málum við dirvi, megi og vilja, men Sverri hevur tørv á øllum stuðli; bæði fíggjarliga og ítróttaliga. Tað er í hesum sambandi, at Sverri og Føroya Tele hevur skrivað undir nýggja stuðulsavtalu fyri 2024, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Tað var annars í 2021, at Sverri og Føroya Tele fyrstu ferð tóku lógvatak saman, og tað rann saman millum partarnar. Sostatt verður nú farið undir fjórða árið, har ið stórur dentur verður lagdur á gott og gevandi samstarv.

Stuðulsavtalan er galdandi fyri 2024, og við avtaluni er Føroya Tele einsamallur høvuðsstuðul hjá Sverra.